Vera

Vera Antonsdóttir

Gróska – Where Ideas Become Reality 

Í hjartanum av Reykjavík liggur Gróska, ein nýskapandi miðdepil, har hugskot fáa møguleikan at vaksa og gerast til veruligar verkætlanir.

Gróska er karmur fyri eitt fjølbroytt samstarv millum vinnu, gransking og útbúgving, og her møtast íverksetarar, fyritøkur og vísindafólk at menna tøkni, loysnir og nýggjar hugskot.

Aftanfyri Grósku stendur íslendska Vera Antonsdóttir, sum er stjóri fyri depilin. Hon hevur sum mál at skapa eitt umhvørvi, har nýskapandi hugflog kann trívast, og har samspælið millum gransking og vinnulív er lykilin til burðardyggan vøkstur.

Gróska rúmar bæði startup-fyritøkum, altjóða fyritøkum og granskingarumhvørvi, sum í felag arbeiða fram ímóti at flyta mørkini fyri, hvat ber til í menning og nýskapan.

But the most important lesson that you can walk away with is that the idiots who surround you are, in fact, not idiots at all. Instead, they are individuals worthy of respect, understanding, and being valued.


- Thomas Erikson, Surrounded by Idiots: The Four Types of Human Behaviour

Hví Vera á Vinnudegnum?

Á Vinnudegnum fer Vera at vísa okkum, hvussu Gróska arbeiðir í verki – heilt frá fyrstu hugskotunum, sum ofta byrja við einum einfaldum spurningi ella einari nýggjari tøkni, til ítøkiligar íløguætlanir og fyritøkur, sum eru klárar at fara á altjóða marknað.

Við livandi dømi fer hon at greiða frá, hvussu Gróska hevur hjálpt íverksetarum og granskarum at taka tey stigini, sum skulu til, fyri at flyta eitt hugskot, sum birtist, til eitt haldgott vinnuligt konsept.

Framløgan hjá Veru verður ein íblástur fyri øll, sum hava áhuga í, hvussu samstarv millum vinnu og gransking kann skapa nýggj virði. Hon fer at varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er at hava røttu karmarnar fyri nýskapan, og hvussu ein miðdepil sum Gróska kann gera mun – ikki bara fyri einstaka íverksetaran, men fyri alt samfelagið.

Tryggja tær pláss og melda teg til Vinnudagin.

Hvat annað er á skránni?

Spennandi røð av fyrilestrum

Ben Arabo

Hvussu kunnu Føroyar gerast meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands?

Ben

Brian Sørensen

Kom við á eina ferð sum íverkseti saman við stovnaranum av Cult Energy og sameigaranum í PadelPadel.

Brian

Thomas Erikson

Sum serfrøðingur og rithøvundur fer Thomas at viðgera evni sum atferð, sjálvstilvitan, narsissismu og leiðslu.

Thomas