Christina Web 1

Vitlíki, nýggj tøkni og geopolitiskar spenningar í altjóða kapping

Vitlíki, robottøkni og onnur framkomin tøkni broyta í hesum døgum vinnulívið við miklari ferð. Samstundis kappast heimsins stórveldi um tøkniliga leiðslu, rávørur, dátur og strategiskar virðisketur. Hetta hevur alsamt størri týdning fyri altjóða handil, nýskapan og kappingarføri hjá fyritøkum kring allan heim.

Á Vinnudegnum fer Christina Boutrup at geva innlit í hesa menningina og vísa, hvussu tøkni og geopolitikkur í alsamt størri mun hanga saman. Hon er journalistur, rithøvundur og ein av fremstu serfrøðingunum í Evropa innan fyri Kina, geopolitikk og altjóða tøknimenning.

Í nærum 20 ár hevur hon arbeitt sum journalistur og uttanríkiskorrespondentur í Asia og fylgt kinesiska samfelagnum og vinnulívinum á tættasta haldi. Hon hevur millum annað gjørt samrøðu við Jack Ma, stovnaran av Alibaba, og skrivað fleiri bøkur um Kina, altjóða kapping og tøkniligu broytingarnar, sum eru í ferð við at broyta heimsbúskapin.

Við støði í nýggjastu menningini innan fyri vitlíki og aðra framkomna tøkni fer Christina Boutrup at greiða frá, hvussu nýskapan, automatisering og geopolitiskar spenningar ávirka arbeiðsmarknaðin, vinnulívið og altjóða kappingina.

Framløgan setur eisini sjóneykuna á, hvat henda menningin merkir fyri smá samfeløg og fyritøkur. Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur skilja tær altjóða rákstevnurnar, sum mynda framtíðina – og gagnnýta nýggju tøkniligu møguleikarnar til at styrkja sítt kappingarføri?