Vinnuhúsið er felagsheitið fyri virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, limum tess og teimum vinnugreinafeløgum, sum eru knýtt at Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag rekur Vinnuhúsið, og nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í Vinnuhúsinum. Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett stjóra at taka sær av dagliga rakstrinum.
Nevndirnar í vinnugreinafeløgunum hava ábyrgdina av virkseminum hjá vinnugreinafeløgunum og seta út í kortið tey mál, sum feløgini arbeiða við. Vinnugreinafeløgini hava avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu í Vinnuhúsinum og hvørjar uppgávur starvsfólk hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag skulu loysa fyri tey.
Fyrispurningar til Føroya Arbeiðsgevarafelag og vinnugreinafeløgini skulu setast til starvsfólkið í Vinnuhúsinum.