Starvslesandi í Vinnuhúsinum

                                            

 

                                                     

 

 

Hevur tú áhuga í at kunna teg um ávís vinnuøki í samband við tín lestur og fáa royndir innan føroyska vinnulívið? So kanst tú søkja um at koma í starvsvenjing í Vinnuhúsinum. 

 

Uppgávur 

Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og tørvinum hjá Vinnuhúsinum. Eitt nú kundi talan verið um: 

- samskipa tiltøk og smærri verkætlanir 

- arbeiða við sosialum miðlum 

- skriva smærri tekstir  

- gera greiningar/kanningar 

- kunningartilfar til heimasíðuna 

- ella annað, sum hóskar til fakliga førleikan  

 

Harumframt fer tann starvslesandi at luttaka í dagliga arbeiðnum í Vinnuhúsinum. Umsøkjarin er eisini vælkomin at koma við ítøkiligum uppskoti til uppgávu ella verkætlan í umsóknini. 

 

Vit vænta, at tú 

- hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og megnar at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt 

- hevur góðar kunnleikar í føroyskum máli 

- ert til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar 

- lesur marknaðarføringsbúskap, samskifti, samfelagsfrøði ella aðra líknandi útbúgving. 

 

Setanartreytir 

Starvið er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi hjá tí almenna og er ólønt. Ein viðbót verður tó latin eftir nøktandi starvstíð. Starvið er tíðaravmarkað millum 3-6 mánaðir, alt eftir tíðarætlanini frá lestrarstovninum.  

 

Skrivlig umsókn kann sendast til Vinnuhúsið, og umsókn við prógvum og/ella avriti av úrslitum higartil kunnu sendast til industry@industry.fo. Freistin at søkja er 7. november 2018. 

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maritu Rasmussen, stjóra, ella Marius Thomassen, ráðgeva, á telefon 309900. Meira kunning um Vinnuhúsið er at finna á www.industry.fo  

 

 

 

Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnugreinafeløgini. 

Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum.