Ráðgevi til Vinnuhúsið

 

Vilt tú vera við til at bera verandi vinnu framá? Megnar tú at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum!

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Ráðgevin skal  ráðgeva vinnugreinafeløgum í Vinnuhúsinum. Ráðgevin skal eisini arbeiða við uppgávum fyri arbeiðsgevarafeløg í Vinnuhúsinum, so sum at gera smærri og størri greiningar v.m..

 

Arbeiðið fevnir um at

• ráðgeva vinnugreinafeløgum og limum teirra

• samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum

• lýsa mál og gera frágreiðingar

• viðgera lógir og kunngerðir

• luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum

• vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum

 

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

 

Vit vænta, at tú

• hevur hóskandi hægri útbúgving á master støði  

• hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

• hevur góðan kunnleika til føroyska vinnu, fyrisiting og búskap

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst

• hevur góð samstarvsevnir

• dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Tað er ein fyrimunur um tú hevur gott innlit í føroyskt vinnulív, fyrisiting, búskap og politisku skipanina umframt góðan kunnleika til føroyska samfelagið.

 

Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu.

 

Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2019 kl. 12.00 á industry@industry.fo.

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tlf. 739909.