Varandi Vinna Netverksfundur MEST 2
Føroya Arbeiðsgevarafelag

100% varandi elorka í 2030 er ikki realistiskt

20. apríl. 2026 | Tíðindi | Burðardygd

Varandi elorka á landi í 2030 verður munandi minni enn væntað, og tað broytir treytirnar hjá vinnuni

Á netverksfundi hjá Varandi Vinnu í farnu viku løgdu umboð frá Sev fram metingar av orkuskipanini fram til 2030. Fundurin gav eina greiðari mynd av, hvønn veg føroyska orkuskipanin kann fara komandi árini, og hvørjar fortreytir føroyskar fyritøkur hava at arbeiða út frá.

Boðskapurin var greiður. Føroyar fara ikki at røkka 100% varandi elorku í 2030. Ikki heldur nærhendis.

Hetta broytir fortreytirnar hjá føroyskum fyritøkum munandi. Seinastu árini hava fleiri fyritøkur sett sær mál um at minka útlátið í samsvari við Parísavtaluna. Men nógv av hesum málunum byggja á, at elorkan á landi fór at gerast nógv grønari longu nú.

“Fyritøkur hava tørv á greiðum og realistiskum fortreytum, tá ið tær seta sær mál og leggja ætlanir fyri sítt arbeiði við burðardygd. Tá fortreytirnar broytast nógv, koma fyritøkur í eina trupla støðu. Tær hava sett sær mál og lagt ætlanir við støði í eini menning, sum nú vísir seg ikki at halda”, sigur Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Betri grundarlag at stýra eftir
Tørvur er á nýggjum og realistiskum málum fyri grøna orkuskiftið. Tað gevur vinnuni eitt betri grundarlag at stýra eftir og ger tað lættari hjá fyritøkum at leggja haldgóðar ætlanir fyri, hvussu tær kunnu minka sítt útlát.

Á fundinum greiddi Helma Maria Tróndheim frá Sev frá ymiskum møguleikum fram til 2030. Sambært henni ber møguliga til at røkka umleið 70% varandi orku, um sólorkan verður fýrfaldað, og fýra nýggjar vindmyllulundir verða bygdar komandi fýra árini.

Verður einki gjørt, enda vit hinvegin við, at varandi orka fer at vera undir 40% í 2030, tí elorkutørvurin veksur ár um ár.

Í dag liggur parturin av varandi orku á 51%. Pumpuskipanin kundi økt henda partin við umleið fimm prosentstigum, treytað av at vindorkan verður útbygd eisini, men hon er løgd á ís og verður ikki klár fyri 2030.

Fyritøkur arbeiða longu miðvíst við at minka útlátið. Tá ið fortreytirnar eru greiðar, gerst tað eisini lættari at raðfesta røttu átøkini og seta haldgóð mál, sum kunnu náast.

“Skal arbeiðið hjá vinnuni við burðardygd vera álítandi og miðvíst, mugu politisku málini eisini vera realistisk. Við greiðari fortreytum ber betur til hjá fyritøkum at leggja langtíðarætlanir”, sigur Súsanna Berg.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4