250 milliónir til norsku fiskivinnuna

05. oktober. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Uppskot er lagt fyri norska Stórtingið um eina nýggja gjaldførislániskipan, ið hevur eina lánirammu á tilsamans 250 milliónir norskar krónur. Skipanin skal umsitast av Innovasjon Norge

Sambært norska fiskimálaráðharranum, Helgu Pedersen, fer hetta saman við øðrum tiltøkum at tryggja, at fiskiskapurin í 2010 kann fara fram so vanligt sum møguligt.
Uppskot er eisini lagt fyri Stórtingið um at tillaga málbólkin, ið er fevndur av verandi garantirammu á 97,5 mió.nkr., soleiðis at garantiirnir koma at galda fyri alla móttøku av fiski og uttan avmarkingar í mun til uppbygging av goymslu.
Norska stjórnin ber ótta fyri, at partar av fiskivinnuni ikki hava nøktandi gjaldføri til at tryggja neyðugu móttøkuorkuna til at avgreiða toskafiskiskapin í 2010. Hetta kann viðføra óhepnar avleiðingar fyri fiskimenn og tær bygdir, ið liva av toskafiskiskapinum. Stjórnin kann kortini ikki endurrinda vinnuni tey tap hon hevur havt, og við einari nýggjari gjaldførislániskipan og tillagaðum garantirammum ynskir stjórnin tí at geva sítt íkast til at bøta um gjaldførisavbjóðingina, sum nógvar fiskivinnufyritøkur hava.
Tað verða framvegis stillað krøv til kredittvirði hjá fyritøkunum, og um tær skulu fáa lut í gjaldførislánunum ella garantirammuni, er eisini neyðugt, at peningastovnarnir luttaka við at átaka sær partar av økta váðanum.
Gjaldførislán kunnu játtast upp til 3 ár, og skulu latast við vanligum treytum. Gjaldførislánskipanin kemur ikki í staðin fyri vanligar rakstrarfíggingar, men er ætlað at styrkja fíggjarliga grundarlagið í feløgunum.
Hóast Stórtingið fyrst má samtykkja bæði gjaldførislániskipanina og tillagingarnar av garantiskipanini, áðrenn Innovasjon Norge kann geva nakra endaliga tilsøgn, mælir norski fiskimálaráðharrin einstøku fyritøkunum til at seta seg í samband við Innovasjon Norge, fyri at kanna, hvørjar møguleikar tær hava at fáa tilsøgn um lán og garantiir.
Kelda: kyst.no  

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR