Aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

20. mai. 2026 | Tiltak

Skrá:
1. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
3. Val av nevnd
4. Val av løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara
5. Møgulig innkomin mál
6. Ymiskt
 
Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá standa fyri vali til nevndina. Fróði Magnussen tekur ikki við afturvali. Vísandi til § 8 í viðtøkunum skjýtur nevndin upp at velja Jens Meinhard Rasmussen, Kristoffur Laksá og Ullu Joensen sum nevndarlimir.

Viðtøkur felagsins hava í s.v. nevndarval hesa áseting: ”Miðað eigur at vera eftir, at nevndarlimir umboða tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.”

Nevndin skjýtur upp at velja Spekt sum grannskoðara (afturval).

Mál at leggja fyri aðalfundin, heruppií møgulig onnur uppskot til nevndarlim, skulu vera nevndini í hendi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Kunning um møgulig innkomin mál verður send limunum í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

Galdandi lógir Føroya Arbeiðsgevarafelags síggjast á heimasíðu felagsins https://www.industry.fo/feloeg/foeroya-arbeidsgevarafelag. 

 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)