Aðalfundur í Ráðgevarafelagnum

07. apríl. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ráðgevarafelagið hevði árliga aðalfund felagsins hósdagin 03. Apríl

Á aðalfundinum varð avgjørt, at økja um talið av nevndarsessum frá trimum til fimm, men framvegis at halda fast við tveir eykalimir. Hans Haraldsen og Eyðbjørn Brimnes stóðu fyri vali, og Hans tók ikki við afturvali, men stillaði tó upp sum eykalimur. Eyðbjørn Brimnes varð afturvaldur, meðan Rúni Abrahamsen, Svend Sivertsen og Selmar Nielsen vóru valdir í nevndina. Hans Haraldsen og Árni Winther gjørdist eykalimir.

Eftir aðalfundin hevði nýggja nevndin fund, og skipaði seg soleiðis: Selmar Nielsen (formaður), Eyðbjørn Brimnes (næstformaður), Árni Jakobsen (nevndarlimur), Svend Sivertsen (nevndarlimur) og Rúni Ábrahamsen (nevndarlimur).

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737