Í 2023 metti Fíggjarmálaráðið, at Landskassin fór at fáa kr. 32 mill. fleiri inntøkur við at broyta skrásetingargjøldini á hybridbilum, men úrslitið varð eitt hall á kr. 28 mill. t.v.s. at Landskassin í veruleikanum fekk kr. 60 mill. færri inntøkur, enn mett av Fíggjarmálaráðnum.
Í 2024 metti Fíggjarmálaráðið, at landskassin fór at fáa kr. 25 mill. fleiri inntøkur við at broyta skrásetingargjøldini á elbilum, men úrslitið varð aftur eitt hall og hesuferð á kr. 13 mill. t.v.s. at landskassin fekk kr. 38 mill. færri inntøkur, enn metingin.
Nú ætlar Fíggjarmálaráðið aftur at hækka avgjøldini á bilum. Nú er tað meirvirðisgjaldið á søluni av brúktum leigubilum. Aftur hesuferð metir Fíggjarmálaráði, at broytingin gevur landskassanum kr. 15 mill fleiri inntøkur, men her fer Fíggjarmálaráðið aftur skeivt, tí tey ikki taka hædd fyri tí atferðarbroyting, sum hettar viðførur, og tí fer landskassin í veruleikanum mest sannlíkt at fáa kr. 40 mill. færri inntøkur.
Limirnir, í tí sum nú er Bilasølufelagið, ávaraðu ímóti báðum teimum omanfyri nevndu lógarbroytingunum. Men hvørki Fíggjarmálaráðið ella Løgtingið lurtaðu. Nú ávarar Bilasølufelagið aftur ímóti, at uppskotið um at broyta MVG-reglurnar fyri brúktar leigubilar (LM-019/2025) byggir á skeivar og villleiðandi metingar frá Fíggjarmálaráðnum. Hóast ráðið sigur, at uppskotið fer at geva landskassanum eina meirinntøku, vísa almenn hagtøl og royndir frá vinnuni, at veruleikin er beint øvugtur.
Framtíðarinntøkur fara fyri skeyti
Greiðar metingar vísa, at lógarbroytingin hesufer fer at kosta landskassanum umleið 40 milliónir krónur um árið. Orsøkin er, at stórur partur av brúktu leigubilunum í staðin verður seldur av landinum heldur enn til føroyskar keyparar. Tað hevur við sær minni MVG-inntøkur, minni skrásetingargjøld og minni arbeiðsvirksemi í Føroyum. Samstundis verður tað torførari hjá vanliga føroyinginum at keypa ein lutfallsliga nýggjan brúktan bil til ein rímiligan prís.
Verandi skipan tryggjar javnvág og støðugar inntøkur í landskassan
Verandi lóggáva virkar væl og tryggjar eina javnvág, har ferðafólk rinda fult MVG av leigu, meðan føroyskir keyparar kunnu keypa brúktan leigubil fyri ein rímiligan prís. Hetta hevur tryggjað bæði landskassanum støðugar inntøkur og brúkarunum ein rættvísan og virknan marknað.
Við lógaruppskotinum verður henda javnvág brotin. Úrslitið verður færri sølur, minni skattainntøkur og ein tómur marknaður fyri brúktar bilar í Føroyum.
Áheitan á Løgtingið
“Hetta er ikki ein vinnupolitikkur – hetta er ein mistakspolitikkur, sum hvørki gagnar landskassanum, brúkarunum ella umhvørvinum,” heldur Bilasølufelagið.
Felagið heitir á Løgtingið um at fella lógaruppskotið og heldur varðveita ta skipan, sum longu virkar, og sum bæði landskassin og føroyingar hava gagn av.
Útrokingar við útgangsstøði við tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum:
