Áhugaverd fiskivinnuráðstevna í Føroyum

04. mai. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Saman við m.a. Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur Uttanríkisráðið skipað fyri einari fiskivinnuráðstevnu, ið verður hildin í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. mai.

Ráðstevnan verður hildin samstundis sum fiskivinnuframsýningin Faroe Fish Expo verður hildin í Føroyum. Tað er Uttanríkisráðið, sum verður vertur fyri ráðstevnuni, men upprunaliga er ráðstevnan løgd til rættis í samstarvi millum SamVit, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Fiskimálaráðið og Føroya Ráfiskaseljarafelag.
Ráðstevnan fer m.a. at viðgera marknaðarstøðuna sum heild og hvørja ávirkan verandi búskaparkreppa hevur á marknaðirnar og harvið føroysk feløg.
Aðrir spurningar, ið hava áhuga fyri fiskaídnaðin, eru í hvønn mun føroyski fiskaídnaðurin verður burðardygt umsitin og týdningurin av at kunna spora fiskin aftur til burðardyggar framleiðsluhættir.
Spurningarnir verða svaraðir av virdum serfrøðingum, ið eru kendir og hava drúgvar royndir á teirra øki.
Endamálið við ráðstevnuni er at seta og svara spurningum, sum hava serligan áhuga fyri føroyska fiskaídnaðin. Luttakararnir á ráðstevnuni fáa eitt fjølbroytt yvirlit yvir marknaðirnar, herundir upplýsingar um tørv og krøv hjá kundunum, og hvussu føroyski ídnaðurin kann ganga á hesum á møti.
Vónað verður eisini, at ráðstevnan verður við til at geva betri fatan og samskifti millum vinnuna og serfrøðingar, og harvið fáa hesar partar tættari at hvørjum øðrum.
Meira um ráðstevnuna stendur at lesa undir tíðindum á heimasíðuni www.samvit.fo, har skrá og upplýsingar um kostnað og tilmelding eisini eru at finna.

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR