Airbnb undir trýsti

31. oktober. 2016 | Tíðindi | Ferðavinna

Airbnb vindur uppá seg, eisini her heima. Talan er um ein óreguleraðan marknað, ið ikki gevur tað av sær til samfelagsbúskapin, sum hann kundi, og sum avskeplar marknaðin, av tí at somu reglur ikki eru galdandi fyri øll.

Gistingarpallurin Airbnb trýstir gistingarhúsvinnuna kring heimin í størri og størri mun, og lond eru so smátt farin at seta reglur og skipanir í verk fyri at verja staðbundnu gistingarhúsvinnuna og bústaðarmarknaðin í landinum. Millum annað hevur Ísland í summar gjørt ásetingar fyri, nær útleigan gjøgnum pallar sum Airbnb er at meta sum vinnuligt virksemi, og nær tað er býtisbúskapur.

Okkurt bendir tó á, at Airbnb kennir trýstið á sær. Nú staturin New York hevði ætlanir um at herða reglugerðina fyri útleigan, legði Airbnb  fram tiltøk, ið kunnu setast í verk ikki bert í New York, men í øllum heiminum. Talan var um skráseting av útleigarum og átøk móti útleigarum, ið leiga út fleiri bústaðir. Uppskotið hjá Airbnb kom tó í seinra lagi til at steðga átakinum hjá New York.

Kelda: HORESTA

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737