Alifelagið Atlantic Sapphire missur stóra mongd av laksi í óhappi

29. mars. 2021 | Tíðindi | Havbúnaður

Fyritøkan Atlantic Sapphire, sum alir laks á landi, hevur aftur haft eitt óhapp í framleiðsluni í Florida, sum hevur viðført, at uml. 500 tons av laksi eru deyðir. Greinarar meta, at tøkan hjá felagnum í 2021 minkar uml. 20%.

Í farnu viku boðaði felagið Atlantic Sapphire frá, at felagið hevði haft eitt óhapp í framleiðsluni, sum førdi til, at 500 tons av laksi doyði. Hetta óhappið kemur einans 3 mánaðir eftir, at stór mongd av laksi doyði í anlegginum hjá sama felagi í Danmark.

Sambært einari fyribils kanning hjá felagnum var orsøkin til nýggja óhappið ein design-veikleiki í resirkuleringsskipanini frá veitaranum. Veitarin Billund aquaculture hevur tó viðmerkt, at veitarin ikki hevur verið partur av fyribils kanningini, og at felagið tí ikki fær viðmerkt fyribils niðurstøðuna.

Tíðindini høvdu við sær, at kursurin á partabrøvunum hjá Atlantic Sapphire lækkaðu við 10-15%.

Greiningarfyritøkan Sparbank1 Markets niðurjusterarar nú sínar metingar um tøkuna hjá felagnum í 2021, og væntar, at minkingin kann gerast so stór sum 20%. Greinarin vísir eisini á, at felagið hevði tvey óhapp í 2020, í mars í Danmark, og í juli í USA.

Framleiðslutrupulleikarnir hjá felagnum hava haft við sær, at felagið fyribils hevur sett Bjørn Vegard Løvik sum nýggjan framleiðslustjóra (COO) fyri framleiðsluni.

Keldur: ilaks.no og seafoodsource.com

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737