Aliráðstevnan 2014

13. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Havbúnaðarfelagið skipar aftur í ár fyri Aliráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin fríggjadagin 21. februar á Hotel Føroyum.

Ein fjølbroytt skrá við ymiskum evnum er sett saman til árligu ráðstevnuna, sum nú hevur fleiri ár á baki.

Skráin í ár inniber millum annað fyrilestrar um marknaðarviðurskifti, fiskaheilsu, laksalús, smoltframleiðslu, fóðursamanseting, rognkelsi sum reinsifiskur, aling á opnum havi og fólkaheilsu. Seinastu árini hevur eisini verið ein kapping um tey bestu úrslitini í farna ári. Hendan kappingin verður aftur á skránni í ár. Veitsla verður eisini fyriskipað á Hotel Føroyum um kvøldið.

Havbúnaðarfelagið skipar fyri ráðstevnuni við góðum stuðli frá Fiskaaling, Vónini, Tryggingarfelagnum Føroyar, Havsbrún og KJ Hydraulik.

Skráin kann síggjast her.

Melda til Aliráðstevnuna 2014 nú

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737