Aliráðstevnan útsett til 20. mai

07. februar. 2022 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan, sum eftir ætlan skuldi vera 4. mars, er útsett til fríggjadagin 20. mai orsakað av smittustøðuni í landinum.

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur tikið avgerð um at útseta Aliráðstevnuna til 20. mai, orsakað av framhaldandi høgu smittutølunum í landinum. Væntað verður, at støðan verður munandi betri seinni í vár, og tí er avgjørt, at Aliráðstevnan verður 20. mai á Hotel Føroyum.

Tilmeldingin til Aliráðstevnuna byrjar mánadagin 25. apríl.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737