Billede
Havbúnaðarfelagið

Aliráðstevnan verður 6. mars næsta ár

24. november. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Set kross í kalendaran fríggjadagin 6. mars 2026, tí tá verður Aliráðstevnan aftur hildin á Hotel Føroyum

Aliráðstevnan er árligi dagurin, har fólk í alivinnuni – og onnur við tilknýti til vinnuna – hittast fyri at netverka, deila vitan og fáa íblástur. Tiltakið er ein týðandi pallur fyri nýggjum hugskotum, felags orðaskifti og fakligari menning og hevur seinastu árini savnað stóran skara av luttakarum.

Eins og undanfarin ár verður skráin fjølbroytt og viðkomandi næsta ár. Í 2025 fevndi hon millum annað um marknaðarútlit, gongdina í framleiðsluni, nýggjar vísindaligar niðurstøður og heilsu- og trivnaðartilgongdir í laksavinnuni.

Eisini vóru stuttar framløgur um alt frá laksalús og fiskaheilsu til smittueftirlit, góðsku og nýtt úr føroysku alivinnuni. Væntast kann, at skráin fyri 2026 fer at hava somu breidd og dýpd, og at hon aftur fer at varpa ljós á bæði avbjóðingar og møguleikar í vinnuni.

Vanligt er, at meira enn 400 fólk luttaka, og ráðstevnan hevur seinastu árini verið fultteknað. Tað er tí skilagott at melda seg til, so skjótt tilmeldingin letur upp. Meiri kunning um skránna, og nær latið verður upp fyri tilmelding, verður løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Havbúnaðarfelagið skipar fyri ráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios