Billede1

Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

13. januar. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Set kross í kalendaran 28. februar, tá ið árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

Aliráðstevnan er dagurin, har ið fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað. Endamálið við degnum er at geva luttakarum íblástur og nýggja vitan, eins og luttakararnir fáa møguleika at netverka.

Tilmeldingin letur upp týsdagin 4. februar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo.

Freistin at melda til er týsdagin 25. februar, men tað kann henda, at tilmeldingin letur aftur áðrenn tíð, um ráðstevnan verður fullteknað. Undanfarin ár hevur luttakaratalið verið um 400 fólk.

Eins og í fjør verða framløgurnar ikki tulkaðar til enskt.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)