Allar danskar fyritøkur skulu samskifta talgilt við tað almenna

27. mai. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Við ársenda 2013 skulu allar danskar fyritøkur senda upplýsingar til tað almenna talgilt. Hetta merkir, at tað ikki longur verður gjørligt at senda inn upplýsingar við vanligum brævi, og tað slepst tí undan brævbjálvum og frímerkjum.

Fyri at tryggja, at allar fyritøkurnar eru klárar at skifta til fult talgilt samskifti, kunnu tær fáa hjálp og vegleiðing á lokala bókasavninum. Har kunnu fyritøkurnar m.a. læra, hvussu tey fáa og nýta eina talgilda starvsfólkaundirskrift (NemID), stovna fyritøku á netinum og broyta upplýsingarnar um hana, geva bókhaldaranum fulltrú at senda digitalar upplýsingar vegna fyritøkuna og nógv annað.

Krøvini til talgilda fráboðan til tað almenna er ein partur av málinum hjá tí almenna í Danmark um, at alt samskifti millum tað almenna og borgarar og fyritøkur skal talgildast. Tað almenna hevur í sínari digitaliseringsstrategi m.a. sett  sær fyri at lætta um fyrisitingarligu byrðarnar hjá donskum vinnulívi við í stóran mun at talgilda samskiftið við tað almenna.

Eisini samskiftið við borgararnar verður talgildað. Sonevndi E-dag4 verður 1. november 2014, og eftir ætlan skulu allir borgarar tá hava ein digitalan postkassa, sum verður hornasteinurin í samskiftinum við almennar myndugleikar. Tað er longu nú eitt líknandi krav til fyritøkurnar, at hesar skulu fáa sær ein digitalan postkassa.

Í Føroyum hevur tað almenna enn ikki nakra samlaða ætlan fyri at talgilda samskiftið.

Kelda: di.dk og digst.dk.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)