Almenni sektorurin má tillaga seg!

15. juni. 2009 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at almenni sektorurin í Føroyum eigur at tillaga seg til ta fíggjarorku hetta samfelagið hevur.

Útgangsstøðið fyri, at Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at tað almenna tillagar sektorin er, at almennu útreiðslurnar eru sera nógv øktar seinnu árini, stórt hall er á fíggjarløgtingslógini í ár og somuleiðis verður roknað við uppaftur størri halli í 2010. Umsiting er vaksin við fleiri aðalráðum og ilt er at síggja, at samskipanin millum aðalráðini er vorðin betri. Somuleiðis er tænastustøðið hjá almennu skipanin rættuliga ymisk og ásannast kann, at tað framvegis er ein trupulleiki at fáa lóggávu til hoyringar í góðari tíð.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til:
Ø      At landsstýrið tekur neyðug stig til yvirskipaða samskipan og stýring av málum, sum fevna um fleiri ráð
Ø      Avriks- og málstýring av øllum almennum stovnum
Ø      At øll aðalráðini samskifta á sama hátt við hoyringspartarnar
Ø      At øll lóggáva skal sendast til hoyringar, áðrenn hon verður løgd fyri tingið.
Vinnuvirkir merkja, at tey eru í kapping við tað almenna um tænastur. Virkir mugu ásanna, at tey ikki megna kappingina við almenna kassan og mugu tí geva skarvin yvir. Hetta er als ikki nøktandi og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað er óguliga umráðandi, at almenna skipanin er munandi meira tilvitað um, hvørjar uppgávur hoyra tí almenna til og hvørjar uppgávur hoyra vinnuni til.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at tað almenna skipar fyri:
Ø      Munandi útveiting av tænastuveitingar og hjálpifunktiónum
Ø      Gerð av reglum fyri almenna innkeypinum
Seinastu mongu árini hevur verið tosað um bygnaðarliga hallið, sum er á árligu fíggjarlóg landsins. Arbeitt eigur at verða miðvíst við at fáa hetta bygnaðarliga hall av vegnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at beint nú er ikki er rættað tíðin, at tað almenna ger munandi intriv. Sostatt eigur varliga at verða farið fram so ótti ikki verður skaptur millum landsins borgarar. Hinvegin eigur politiska skipanin at fyrireika seg uppá at fáa hetta bygnaðarliga hall burtur og fremja nakrar munagóðar loysnir.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at politiska skipanin arbeiðir við:
Ø      At fyrireika framhaldandi privatisering
Ø      At skattafrádrátturin til fiskimenn verður niðurlagaður t.d. yvir 10 ár
Ø      At eftirlønarnýskipanin verður gjøgnumførd sum skjótast.
Áður hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag víst á, at tað er óheppið at symetri ikki er millum rentuskatt og rentustuðul. Hóskandi hevði verið, at symetri var millum hesi fyri at javntstilla kappingina um kapitalin. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til:
Ø      At symmetri verður millum rentustuðul og skatt av innlánum.
Frá tí, at skipanin um mvg-frádrátt til tímalønina í sambandi við bygging og umvæling av sethúsum kom í gildi hevur Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafealg mælt í móti hesum. Skipanin hevur elvt til í fyrsta lagi stóra umsitingarbyrðu á arbeiðsgevararar og í øðrum lagi á borgaran.
Mælt verður tí til:
Ø      At mvg-frádrátturin til sethúsabygging verður niðurlagaður .
Um skipanin verður niðurlagað nú væntar vinnan, at hetta vil stimbra eftirspurningin eftir tænastum frá byggivinnuni nú. Hetta hevði verið sera gott í hesum døgum, tí eftirspurningurin eftir tænastum frá byggivinnuni er fallin munandi seinasta hálva árið.
Meira kann lesast um tilmælir og sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelag um almenna sektorin í serstøkum parti í ársfrágreiðing felagsins 2008.

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR