Almennu útreiðslurnar í Føroyum mugu niður

13. februar. 2012 | Áskoðan

Tann almenni geirin er seinastu árini vorðin ein alsamt størri partur av føroyska búskapinum.

Tøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at føroysku almennu útreiðslurnar, máldar sum prosent av BTÚ, eru á sama støði sum í Danmark. Danmark hevur sambært OECD størsta almenna geiran í heiminum.
Síðan 1997 eru útreiðslurnar hjá Landskassanum til rakstur øktar úr 2,3 mia. kr. upp í 4,6 mia. Kr í 2010. Í sama tíðarskeiði eru samlaðu almennu útreiðslurnar øktar úr knappum 4 mia kr. upp í 7,5 mia. kr.
So kann ein bara spyrja, hvør orsøkin er til, at almennu útreiðslurnar eru øktar so nógv, og um fólkið í Føroyum hevur tað tvífalt so gott í dag sum í 1997?
Viðmerkjast skal, at tað í 1997 var eitt avlop í landsroknskapinum við inntøkum svarandi til 2,5 mia. kr., meðan tær í 2010 vóru 4,5 mia. kr. og tá var hall.
Sambært Landsbanka Føroya er grundrakstur landskassans (tvs. uttan rentur, íløgur, einskiljingarinntøkur og aðrar kapitalinntøkur) versnaður við næstan 1.350 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2000–2010.
Danmark hevur sambært OECD stórar avbjóðingar við teimum almennu útreiðslunum. Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, hevur ætlanir um at fáa nýggja lóggávu setta í gildið har m.a. tann vanligi almenni rakstrinum skal hava eitt útreiðsluloft. Eisini verður eitt loft á útgjøldini av almanna veitingunum og útreiðslunum hjá kommununum.
Landsstýrið eigur at taka hetta í stórum álvara og fremja í verki konkretar sparingar og rationaliseringar í tí almenna.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)