Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)
Føroya Handverksmeistarafelag

Almennur fyrilestur um trygt arbeiði við asbest

19. januar. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Rikke Juel Lyng frá Teknologisk Institut heldur ókeypis fyrilestur um asbest og trygt arbeiði í byggivinnuni

Hósdagin 5. februar kl. 15 verður skipað fyri almennum fyrilestri á Hotel Hafnia um útboðsfyrireiking og arbeiði við asbest. Fyrilesturin verður hildin av Rikke Juel Lyng, seniorkonsulenti á Teknologisk Institut.

Rikke fer at varpa ljós á týdningarmikil viðurskifti í sambandi við fyrireiking av útboðum og trygga handfaring av asbesti í byggivinnuni. Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Spor-Vit, sum skipa fyri fyrilestrinum.

Fyrilesturin vendir sær til byggivinnuna, ráðgevaravinnuna og byggiharrar og er ætlaður fakfólkum og øðrum áhugaðum, sum arbeiða við - ella koma í samband við - asbest í sambandi við byggi- og umvælingarverkætlanir.

Fyrilesturin er ókeypis, men neyðugt er at melda til á industry@industry.fo

 

Mynd: Teknologisk Institut

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4