Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur verður týskvøldið 9. apríl kl. 19

08. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting. Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur. Í sambandi við at heildarætlanin er liðug og handað landsstýrinum, verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum týskvøldið 9. apríl kl. 19-21.

Á tiltakinum verður greitt frá heildarætlanini og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.

Við pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvið at seta spurningar.

Evnini pallborðið fer at kjakast um eru m.a.:

-       Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?

-       Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?

-       Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?

-       Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

    22. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnudagurin 2026 Web 086
  2. Útbúgving til KT-supportara á gáttini

    Nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir kunnu byrja longu fyrst í november. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini

    22. september. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

    Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

    22. september. 2026 | Handverk og ídnaður
    Mynd Tiltak Lca