Áminning – Kunningartiltak

23. mars. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Enn eru pláss eftir til tiltakið har kunnað verður um ársroknskapar-, partafelags,- og hvítvaskingarlóg.

26. mars kl 13.00 skipar Vinnuhúsið fyri kunningartiltaki um broytingarnar í ársoknskaparlógini á Hotel Føroyum. Flestu fyritøkur í Føroyum liggja í klassa b, og verður ein árroknskapur fyri eina klassa b fyritøku gjøgnumgingin. Harumframt verður eisini kunnað um nýggju partafelagslógina og um nýggju lógina um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi.
Vinnufelagslóggávan var í 2008 dagførd. 1. januar 2008 kom nýggj partafelag-, smápartafelag- og ársroknskapar-lóg í gildi í Føroyum. 1. juli 2008 varð lóg um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi sett í gildi fyri Føroyar.
Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum kunningartiltaki um høvuðsbroytingarnar í ávísum lógum.

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR