Áminning til arbeiðsgevarar um setanarprógv

14. mars. 2022 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Starvsfólk, sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna og meira enn eina mánað, skulu hava eitt setanarprógv frá arbeiðsgevaranum. Á heimasíðu okkara eru skabelónir til setanarprógv fyri arbeiðarar, handverkarar og starvsmenn, sum arbeiðsgevarar kunnu nýta.

Skyldan at veita starvsfólkum eitt setanarprógv er áløgd arbeiðsgevarum í lógini um setanarprógv frá 2008. Eitt setanarprógv er eitt skrivligt skjal, sum lýsir allar treytir av størri týdningi fyri setanarviðurskiftini. Endamálið er, at báðir partar eru greiðir yvir, hvat teir ganga inn til, og partarnir sleppa undan møguligum ósemjum.

Sambært lógini eru 10 punkt, sum arbeiðsgevarin skal upplýsa. Hesi eru:

  1. Navn og adressa arbeiðsgevarans og løntakarans.
  2. Hvar arbeiðsstaðið er ella, um einki fast arbeiðsstað er ella einki stað er, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, upplýsing um, at løntakarin arbeiðir ymsa staðni, og um høvuðssæti ella arbeiðsgevarans bústað.
  3. Lýsing av arbeiðinum ella starvsheiti, tign, yrki ella slag av arbeiði.
  4. Nær setanin byrjar.
  5. Hvussu leingi setanin væntandi varar, har talan ikki er um tíðaróavmarkaða setan.
  6. Rættindi løntakarans viðvíkjandi rindaðari feriu, heruppií um tað verður rindað løn í sambandi við feriu.
  7. Longd á uppsagnarfreist hjá løntakaranum og arbeiðsgevaranum ella reglurnar um hetta.
  8. Galdandi ella avtalað løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá arbeiðið byrjar, og ískoyti og aðrir lønarpartar, sum ikki eru uppi í hesum, t.d. pensjónsgjald og kostur og innivist. Harumframt skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.
  9. Vanlig daglig arbeiðstíð ella um vikuna.
  10. Hvørjir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur regulera arbeiðsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru.

Viðvíkjandi pkt. 6 – 9 verður upplýsingarskyldan mett at verða lokin, um tað verður víst til lógir, sáttmálar o.l., sum eru galdandi fyri setanina.

Les meira um lógina um setanarprógv her.

uppskot til setanarprógv her.

Eru spurningar ella ivamál um setanarprógv ella starvsrættarlig viðurskifti kunnu limir venda sær til okkara á industry@industry.fo ella á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Vinnuhúsið ynskir øllum limum og samstarvsfeløgum gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    15. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Gleðilig Jól Vinnuhúsið 2025
  2. Snarskeið um burðardygd og frágreiðing

    Kom á kunnandi snarskeið hjá Vinnuhúsinum og fá innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann gerast greið, skipað og gagnlig

    15. desember. 2025
    IMG 5800
  3. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856