Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum havt aðalfund

17. januar. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Janus Petersen heldur fram sum formaður.

Fríggjadagin í farnu viku hevði Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, AFF, aðalfund.
Fyri vali stóð Janus Petersen, sum varð afturvaldur. Harafturat tók Gunnar í Liða seg úr nevndini, og í hansara stað varð valdur Regin Hammer. Í nevndini sita sostatt Niels Christian Nolsøe, Janus Petersen og Regin Hammer.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Janus Petersen sum formanni og Regin Hammer sum næstformanni.
Limir í AFF eru Eik Banki Føroya, Elektron, BankNordik, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Lívstrygging, Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar.

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467