Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum havt aðalfund

20. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sitandi nevnd heldur áfram

Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt AFF, hevði mánadagin 13. oktober ársaðalfund.
AFF avgjørdi herfyri at gerast limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Orsakað av hesum legði nevndin fyri aðalfundin nakrar broytingar í lógum felagsins, sum eru neyðugar til tess at samsvar skal vera millum lógirnar hjá AFF og lógirnar hjá FAG. Hesar broytingar vóru samtyktar av aðalfundinum.
Fyri vali á aðalfundinum stóð Janus Petersen, og var hann afturvaldur. Sitandi nevnd heldur sostatt áfram. Í henni sita Marner Jacobsen, Gunnar í Liða, Janus Petersen og Niels Christian Nolsøe.
Nevndin skipar seg á fyrstkomandi nevndarfundi.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios