Arbeiðssteðgur, karmur og siðvenja

04. januar. 2018 | Áskoðan

Viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til verandi sáttmálatrætu

Nú so nógv er frammi um, hvørt tað er rætt ella ikki at rinda løn undir arbeiðsteðgi, slær Føroya Arbeiðsgevarafelag fast, at tað á privata arbeiðsmarknaðinum er púra ókent og óhugsandi, at løn verður rindað undir arbeiðsteðgi.

Tá arbeiðsteðgur er, slitnar sambandið og bindingarnar millum arbeiðsgevara og løntakara, og arbeiðsgevari skal tí ikki rinda løn, eins og løntakari á ongan hátt hevur rætt at krevja nakra løn. Um løn hevði verið rindað, tá er í veruleikanum talan um, at arbeiðsgevarin fíggjar stríðið hjá fakfelagnum í móti sær sjálvum. Tað hevði sostatt verið púra óhugsandi, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði loyvt limum sínum at rinda fólki í arbeiðssteðgi løn.

Verandi støða á almenna arbeiðsmarknaðinum vísir harafturat týðiliga týdningin av, at arbeiðsgevarin viðger øll fakfeløg eins og við sama karmi, sum so í aktuella førinum er karmurin, sum varð lagdur av Fíggjarmálaráðnum og Starvsmannafelagnum í oktober við 2,3 prosentum fyrra árið og 2,5 prosentum seinna árið.

Hetta merkir ikki, at tað ikki kunnu vera frávik millum sáttmálar, men kostnaðurin (tað vil siga karmurin) av sáttmálabroytingunum má vera gjøgnumgangandi – uttan heilt góðar og serligar orsøkir eru til tess. Alt annað hevur søguliga skapt truplar støður á arbeiðsmarknaðinum og ger tað framhaldandi.

Á privata arbeiðsmarknaðinum hevur arbeiðsgevarasíðan skipað seg í eina eind, og tá ber snøkt sagt ikki til at býta sól og vind ymiskt millum fakfeløg.

Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag áður hevur víst á, so eru reglur og mannagongdir, sum bæði fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg mugu halda seg til, og tað hevur týdning, at allir partar virða hetta, tí skjótt er at bróta niður, og tí støðuna ynskir helst eingin.

Les eisini: Arbeiðssteðgur er ein natúrligur partur av sáttmálasamráðingum

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737