Arbeiðsumhvørvislógin má taka støði í føroyskum viðurskiftum

13. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggja arbeiðsumhvørvislógin má taka støði í føroyskum viðurskiftum heldur enn ES-direktivum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í hesum døgum verða broytingar í arbeiðsumhvørvislógini fyrireikaðar at leggja fyri Løgtingið, og er lógaruppskot sent til hoyringar. Arbeitt verður við at broyta fleiri øki, m.a. er ætlanin at virkini framyvir skulu gera skrivligar arbeiðsplássmetingar, og reglurnar fyri ung undir 18 ár skulu eisini broytast. Tó at skilagóðar broytingar eisini eru í lógaruppskotinum, hava fleiri av broytingunum tann trupulleika, at tær at síggja til ikki taka støði í føroyskum viðurskiftum og ítøkiligum váðum í arbeiðsumhvørvinum.
Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið eru broytingarnar í s.v. ung undir 18 ár gjørdar við støði í líknandi reglum í grannalondunum. Reglurnar í grannalondunum eru tó gjørdar orsakað av krøvum í ES-direktivum, serliga Council Directive 94/33/EC of 22 June 1994 on the protection of young people at work. Fyri at seta tað eitt sindur kantut upp merkir hetta, at tað vera arbeiðsumhvørvistrupulleikarnir í einari bensinstøð tætt við ein stóran motorveg í Týsklandi, sum koma at avgera arbeiðsumhvørvisreglurnar í einari kaikiosk í Føroyum. Tí er neyðugt í hvørjum einstakum føri at meta um, hvussu viðkomandi hesar reglur eru í Føroyum.
Øll skilja, at um ítøkiligir trupulleikar eru í s.v. arbeiðsumhvørvið hjá ungum, er tað neyðugt at taka hond um tað. Øll í Føroyum skilja t.d., at ung undir 18 ikki uttan gjølla upplæring skulu handfara amboð, sum kunnu vera vandamikil fyri tann unga.
Eitt dømi úr nýggju reglunum varð tikið upp av fjølmiðlunum beint fyri Ólavsøku, í sambandi við at ætlanin er seta forboð fyri, at ung undir 18 ár arbeiða einsamøll í sølubúðum. Flest øll á evropeiska meginlandinum skilja óivað, at ung undir 18 ár ikki skulu arbeiða einsamøll á einari bensinstøð tætt við ein stóran motorveg ella inni í einum stórbýi, tí vandi kann vera fyri rán, álop o.s.fr. Tað er verri hjá føroyingum at skilja, hví somu reglur skulu vera settar í verk fyri føroysku kaikioskina.
Tíverri tykist tað, sum fleiri av ætlaðu broytingunum ikki taka støði í ítøkiligum trupulleikum í arbeiðsumhvørvinum fyri ung í Føroyum, men meira eru ein avskrift av reglum í útlandinum. Broytingar í arbeiðsumhvørvislógini eiga at vera gjørdar á tann hátt, at støði verður tikið í veruligum váðum í føroyska arbeiðsumhvørvinum, og tað eigur í viðmerkingunum til lógina ítøkiliga at vera greitt frá, hví tað er neyðugt at seta í verk hesar broytingar í Føroyum. Bara at vísa til, at somu reglur eru galdandi aðrastaðni í Evropa, er ikki nøktandi.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)