IMG 9828
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Ársfundur í Varandi Vinnu

11. juni. 2026 | Tíðindi | Burðardygd

Á ársfundinum í Varandi Vinnu varð nýtt stýri valt, og samtykt varð at savna netverkini í eitt felags netverk

Mikudagin 10. juni var ársfundur í netverkinum Varandi Vinna. Við netverkinum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag savnað 33 fyritøkur, sum arbeiða miðvíst við burðardygd og deila royndir fyri at skapa betri karmar fyri føroyskt vinnulív.

 

Seinastu tvey árini hevur netverkið ment seg nógv, og á ársfundinum varð samtykt at leggja Varandi Vinna og Varandi Vinna Innleiðsla saman í eitt felags netverk, so orkan framyvir verður savnað á einum stað.

Netverkið er opið fyri øllum limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og vónin er, at fleiri fyritøkur komandi árini fara at gerast partur av arbeiðnum.

Nýtt stýrið valt
Á ársfundinum varð nýtt stýri valt. Í fráfarna stýrinum sótu Anna Kalsø, Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Ingunn Eiriksdóttir, Jón H. Atlason, Mouritz Mohr, Niels Winther og Ulla Joensen.

Í nývalda stýrinum sita:

  • Gunnar Nielsen, Effo
  • Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
  • Jenny A. í Heiðunum, Hotel Djurhuus
  • Jón H. Atlason, Hiddenfjord
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Sunnvard Andreasen, Articon
  • Ulla Joensen, Elektron

Burðardygdarfrágreiðingar skapa framgongd
Eitt av krøvunum til fyritøkur, sum eru limir í Varandi Vinnu, er, at tær árliga gera eina almenna burðardygdarfrágreiðing. Orsøkin til, at Varandi Vinna raðfestir frágreiðingar høgt, er, at tær eru góð amboð hjá fyritøkunum í teirra arbeiði. 

Samstundis eru tær eru við til at økja um tilvitanina um burðardygd og geva íblástur til aðrar fyritøkur, sum ætla sær í gongd.

Av teimum 33 fyritøkunum hava 18 longu gjørt frágreiðing fyri 2025, sjey frágreiðingar fyri 2025 eru á veg, meðan átta fyritøkur fara at gera sína fyrstu frágreiðing fyri 2026. 

ESG-lyklatøl fyri netverkið
Í ársfrágreiðingini eru fleiri felags ESG-lyklatøl lýst. Á umhvørvisøkinum kann til dømis nevnast, at samlaða orkunýtslan hjá limafyritøkunum var 1.575 GWt, meðan samlaða útlátið í vavi 1 og 2 var 428.198 tons CO₂. 

Samlaða burturkastnøgdin var 16.817 tons, har umleið helvtin fór til brenning ella tyrving.

Fyri fyrstu ferð hevur Varandi Vinna eisini gjørt sosial lyklatøl upp í felag. Tølini vísa, at fyritøkurnar í netverkinum hava 6.036 løntakarar, sum svarar til 5.189 ársverk.

Av hesum vóru 4.237 menn og 2.152 kvinnur, sum svarar til eitt miðal kynsbýti á 0,7.

Les ársfrágreiðingina 2025/2026 her

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737