4
Ferðavinnufelagið

Ársins ferðavinnufólk og ársins átak – hvør fær heiðurin?

22. september. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

Tilnevnið Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak áðrenn 20. oktober. Heiðursbrøvini verða latin á Ferðavinnustevnuni 7. november á Hotel Hilton

Heiðurin sum ársins ferðavinnufólk og ársins átak verður latin á Ferðavinnustevnuni fríggjadagin 7. november á Hotel Hilton. Tú kanst vera við at avgera, hvør fær heiðursbrøvini – nú ber til at senda inn tilnevningar.

Heiðursbrævabólkarnir

  • Ársins ferðavinnufólk: Heiðurin fer til tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum. Fólk, sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini, og sum ferðavinnan ikki kundi verið fyriuttan.
  • Ársins átak: Heiðurin fer til tey, ið hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum og gera hugskot til veruleika. Tað kann vera einstaklingar, virkir, stovnar ella felagsskapir. Treytin er, at tey í farna árinum hava gjørt okkurt nýhugsandi, sum styrkir og mennir føroysku ferðavinnuna.

Soleiðis gert tú

  • Send tína tilnevning saman við grundgeving til industry@industry.fo.
  • Freistin er mánadagin 20. oktober.

Dómsnevnd

  • Henny á Líknargøtu (Ferðavinnufelagið)
  • Guðrið Højgaard (Visit Faroe Islands)
  • Annika Lisberg (kunningarstovurnar)

Hvør vann í fjør?
Á Ferðavinnustevnuni í 2024 vórðu heiðursbrøv handað: 

  • Ársins ferðavinnufólk: Svein í Heiðunum (Smyril Line)
  • Ársins nýbrot: Caféin á Mølini v/ Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen
  • Ársins eldsál: Mimmy Vágsheyg við Kafé Fríðu

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3