Á Vinnudegnum komandi fríggjadag verða Ársins Virki og Vinnuátakið vald
Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin í komandi viku verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum.
Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á ein og hvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
Ársins Virki
At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini at, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni.
Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um standmynd, sum er stoypt í bronsu.
Síðani 2000 hava hesi verið kosin Ársins Virki:
- Havsbrún (2000)
- Tórshavnar Skipasmiðja (2001)
- Vónin (2002)
- Vaðhorn (2003)
- Reyni Service (2004)
- Faroe Marine Products (2005)
- Thor (2006)
- Eik Banki (2007)
- ArtiCon (2008)
- Bakkafrost (2009)
- Tavan (2010)
- Vónin (2011)
- Luna (2012)
- Vest Pack (2013)
- Skansi Offshore (2014)
- Bakkafrost (2015)
- KJ Hydraulik (2016)
- Smyril Line (2017)
- ArtiCon (2018)
- Poul Michelsen P/F (2019)
- Formula (2021)
- SMS (2022)
- Navigare (2023)
- GroAqua (2024)
Vinnuátakið
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan hetta ikki er galdandi fyri Vinnuátakið. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Vinnuátakið.
Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskti at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt.
Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Fyri Vinnuátakið verður latin standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
Síðani 2000 hava hesi verið kosin Vinnuátakið:
- North Atlantic Fish Fair (2001)
- Teitur Lassen (2002)
- Formula.fo, Totalview (2003)
- Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord (2004)
- Fariga Seafood (2005)
- Vinnuvitan (2006)
- Decision3 (2008)
- Tórshavnar Matfestivalur (2009)
- Vilt í Suðuroy (2010)
- Jákup Zachariassen (2011)
- Varðin Pelagic (2012)
- KOKS (2013)
- MEST & PAM OFFSHORE SERVICE (2014)
- Defined Energy (2015)
- Sheep View (2016)
- Hiking.fo (2017)
- FabLab (2018)
- FÖRKA (2019)
- Thetis (2021)
- TROM (2022)
- Battery Briner (2023)
- Spírar & Sporar (2024)
Dómsnevndin
Hvør verður Ársins Virki og Vinnuátakið verður avdúkað á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum 19. september 2025.
Í dómsnevndini, sum velur Ársins Virki og Vinnuátakið, sita:
- Turið Arge, Føroya Banki
- Jean Djurhuus, Betri Banki
- Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
- Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
- Niels Winther, Vinnuhúsið
- John Petersen, GroAqua (Ársins Virki 2024)
Les meira um Vinnudagin og melda til her.