Ársins Virki skal veljast fyri ellintu ferð

06. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fór undir Vinnudagin fyrstu ferð, var endamálið at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið var eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

Endamálið er framvegis tað sama, og at velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Dómsnevndin er sett saman við tveimum umboðum fyri vinnuna, tveimum umboðum fyri fíggjarstovnar og einum umboði fyri tað almenna. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Hesi árini, Ársins Virki hevur verið kosið, hava hesar fyritøkur fingið henda heiður:


2000                    Havsbrún
2001                    Tórshavnar Skipasmiðja
2002                    Vónin
2003                    Vaðhorn
2004                    Reyni Service
2005                    Faroe Marine Products
2006                    Thor
2007                    Eik Banki
2008                    ArtiCon
2009                    Bakkafrost

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Tey, ið hava fingið heiðurin Ársins Átak hesi árini, hava verið:
2000                    Ikki valt
2001                    North Atlantic Fish Fair
2002                    Teitur Lassen
2003                    Formula.fo, Total View
2004                    Atlantic Airways, sáttmálin við     Aker Stord
2005                    Fariga Seafood
2006                     Vinnuvitan
2007                    Ikki valt
2008                    Decision3
2009                    Tórshavnar Matfestivalur

Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2010 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 1. oktober. Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið, sum gávu frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

Les meira um Vinnudagin 2010 her

Melda teg til Vinnudagin her

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4