Barlastvatnssáttmálin kemur í gildi næsta ár

12. september. 2016 | Tíðindi | Shipping

IMO má nú gera greiðar leiðreglur um góðkenda útgerð til skip.

Hin 8. september fekk IMO fráboðan um, at Finnland tekur undir við altjóða sáttmálanum um barlastvatn. 52 limalond í IMO hava sostatt tikið undir við sáttmálanum, og sostatt eru fleiri enn 35 % av heimstonnaguni fevnd av sáttmálanum.

Hetta merkir, at altjóða sáttmálin um barlastvatn kemur í gildi 8. september 2017, eisini fyri Føroyar. Sáttmálin snýr seg um verju av lokalum vistskipanum ímóti fremmandum djóra- og plantusløgum.

International Chamber of Shipping, ICS, vísir í hesum sambandi á, at tað er alneyðugt, at IMO á næsta fundinum um í havumhvørvisverjubólkinum í oktober ger hesar leiðreglur lidnar. Hetta er orsakað av, at reiðarí, nú sáttmálin kemur í gildi, skulu seta útgerð í skip teirra til tess at uppfylla treytirnar í sáttmálanum. Men so leingi ongar greiðar leiðreglur eru fyri, hvussu henda útgerð skal síggja út, og hvør útgerð verður góðkend, ber hetta illa til.

Formaðurin í ICS, Esben Poulsson, sigur, at tað er týdningarmikið at skipaeigarar kunnu hava álit á, at útgerðin, teir nú skulu gera íløgu í, er nóg góð til at viðgera barlastvatni, soleiðis at skipini uppfylla treytirnar í sáttmálanum, tá tey koma undir havnaeftirlit (Port State Control).

Serliga avbjóðingar eru í mun til USA, sum ikki hevur tikið undir við sáttmálanum um barlastvatn. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at IMO og USA arbeiða saman fyri at finna felags góðkenningarstandardir fyri útgerðina, sigur formaðurin í ICS. Annars verður alt ein ruðuleiki, tá sáttmálin kemur í gildi í september næsta ár.

Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá ICS.

Kelda: International Chamber of Shipping

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737