6W3A1496

Battery Briner hevur fingið heiðurin sum ársins Vinnuátak 2023

29. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag, varð ársins Vinnuátak kosið. Ein samd dómsnevnd hevur í ár valt at geva heiðurin til nýggju eld-sløkkiloysnina Battery Briner hjá Tummasi Justinussen.

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2023.

Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her. 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737