Betri útlit fyri altjóða búskapin

14. juni. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Útlitini fyri altjóða búskapin eru batnað, men vakstrarútlitini eru rættiliga ymisk ymsastaðni í heiminum

Nýggjasta forsøgnin hjá OECD er munandi betri enn fyri hálvum ári síðan. Nú metir OECD, at vøksturin í heimsbúskapinum fer at verða 5,5% í ár. Í desember 2020 varð mett, at vøksturin fór at verða 4,2% í 2021.

Hóast útlitini fyri heimsbúskapin eru vorðin bjartari, so eru vakstrarútlitini rættiliga ymisk ymsa staðni í heiminum. Vakstrarútlitini hanga neyvt saman við koppsetingarætlanunum og hvussu gott tamarhald ymsu londini hava á smittuspjaðingini.

Nøkur lond koma seg tí skjótari enn onnur.

OECD metir, at USA og Suður Korea fara at brúka hálvtannað ár til at koma upp aftur á sama inntøkustøði, fyri hvønn íbúgva, sum áðrenn fyrsta smittubylgjan breyt út í mars 2020. Tað verður longu í summar. Aðrastaðni tekur tað longri tíð. Fyri stóran part av Evropa fer tað at taka trý ár, og í Meksiko og Suðurafrika kann tað ganga trý til fimm ár, frá mars 2020, til tey eru aftur har tey vóru, áðrenn fyrsta smittubylgjan fór at gera um seg.

Tað gongur væl við koppsetingarætlanunum og at koppseta í teimum vælskipaðu og vælbjargaðu londunum, men soleiðis er ikki í teimum minni vælbjargaðu og fátøku pørtunum í heiminum, sum dragna afturúr og eru eftirbátar við koppsetingum. Vælbjargaðu londini mugu taka henda trupulleikan í størsta álvara, tí um øll ikki eru vard, er eingin vardur, sigur OECD í mai frágreiðing sínari.

Komandi ár verður vøksturin í altjóða búskapinum mettur til 4,4%, men heimsbúskapurin fer tó at verða væl minni við árslok 2022, enn mett varð, áðrenn koronakreppan rakti heimin. OECD metir, at samlaða inntøkufallið av koronakreppuni í øllum heimsbúskapinum, við árslok 2022, fer at svara til støddina á franska búskapinum.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)