Bilasølufelagið
Bilasølufelagið

Bilasølufelagið havt aðalfund

27. mai. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ásfinnur Sigvardsen heldur fram sum formaður

Bilasølufelagið hevði aðalfund fríggjadagin í farnu viku. Á fundinum varð tikið samanum farna árið og arbeiðið hjá felagnum.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á nevndarfundi. Ásfinnur Sigvardsen heldur fram sum formaður, og Saroya Dalsgarð heldur fram sum næstforkvinna.

Afturat teimum sita Sámal av Reyni, Rúni Djurhuus og Pauli Waag í nevndini hjá Bilasølufelagnum.

Bilasølufelagið er vinnugreinafelag fyri føroyskar bilasølur, ið hava umboð fyri bilmerki. Felagið arbeiðir fyri góðum karmum hjá vinnuni og umboðar áhugamálini hjá limafyritøkunum í málum, sum viðvíkja bilasølavinnuni í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737