Biogassverkið FÖRKA fingið heiðurin sum Vinnuátakið 2019

27. september. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag, varð ársins Vinnuátak kosið. Heiðurin í ár fekk biogassverkið FÖRKA, sum Bakkafrost eigur.

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2019. Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her.

Annað á breddanum

  1. Tørvur á broytingum í fíggjarpolitiska regluverkinum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk loksins er sent til hoyringar. Samstundis vísir felagið á, at fleiri broytingar eru neyðugar, um regluverkið skal røkka endamálinum

    21. oktober. 2025
    Vinnuhusid 4
  2. Nýggj og kend andlit í Ferðavinnufelagnum

    Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna í Ferðavinnufelagnum, meðan Halda Juul Olsen og Tróndur Kollsker eru nýggj í nevndini.

    21. oktober. 2025 | Ferðavinna
    Ferðavinnufelagið Nevnd 2025
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk handað krøv

    Mánadagin 21. oktober byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv

    21. oktober. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Miðlar