Bjóða út og fá rætta prísin

07. november. 2016 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Føroya Handverksmeistarafelag átalar framferðarháttin hjá SEV, nú Sundsverkið verður útbygt.

Yvirskipað hevur Føroya Handverksmeistarafelag ta sannføring, at allar almennar byggiverkætlanir eiga at verða bjóðaðar út til føroyskar vinnufyritøkur at kappast um. Hetta hevur eisini verið gørt seinastu mongu árini næstan uttan undantak, og hava bæði almennir og kommunalir myndugleikar langa siðvenju at bjóða út.

Tí undrar tað, at ein interkommunalur felagsskapur sum SEV ikki bjóðar eitt arbeiði út á góða kvarta milliard. Tí hvussu kann man annars hava vissu fyri, at sum mest fæst fyri peningin, sum hesir myndugleikar umsita vegna borgaran?

Uppáhaldið um, at arbeiðið er komplekst, er ikki grundgeving nokk. At arbeiðir eru kompleks krevur, at verkætlanir verða væl fyrireikaðar  áðrenn útboð.  Og í hesum førinum metir Føroya Handverksmeistarafelag, at SEV hevur havt tíð at fyrireika útbyggingina, tí SEV hevur leingi vita, at hendan útbyggingin fer at verða neyðug.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at tað hevur alstóran týdning, at almennir myndugleikar og interkommunalir felagsskapir hava ein útbjóðingarpolitikk, og syrgja fyri at planleggja soleiðis, at hesin verður hildin, tá verkætlanir skulu gerast.

Magnus Magnussen, formaður

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737