Blað um Føroyar í Børsen í november

28. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinni í heyst fáa danir høvi at kunna seg um, hvat rørir seg í Føroyum á vinnuliga økinum. Tí saman við danska vinnublaðnum Børsen tann 25. november 2009 kemur eitt serblað, sum fer at seta sjóneykuna á partar av føroyskum vinnulívi umframt ymsar ætlanir á vinnuliga økinum.

Tað er Sendistova Føroya í Keypmannahavn, sum hevur fingið Uttanríkisráðið, Vinnumálaráðið og Vinnuhúsið at ganga saman um hesa ætlanina. Danska fyritøkan INPRESS leggur blaðið til rættis, og umboð fyri fyritøkuna vitja í hesum sambandi í viku 43.
Endamálið við blaðnum er m.a., at lesarin skal fáa kunnleika um møguleikar og ítøkilig viðurskifti í Føroyum og føroyskum vinnulívi. Kunnað verður m.a. um fyritøkur, ið eru skrásettar á danska keypsskálanum, umframt búskap, íløgumøguleikar, ferðavinnu og vinnumøguleikar annars.
Fyri at tryggja neyðugt fokus í blaðnum verður sjóneykan serliga sett á fyritøkur, sum fáast við menning av burðardyggari tøkni, umframt vinnugreinar, ið kunnu verða áhugaverdar fyri útlendskar íleggjarar.
Fyrireikararnir hava havt í huga, at Vinnumálaráðið fyrireikar eina sokallaða snarskivu fyri útlendskar íleggjarar, sum hava áhuga fyri at gera íløgur í Føroyum, umframt at Uttanríkisráðið fyrireikar føroysku luttøkuna í altjóða veðurlagsráðstevnuni, COP15, sum verður í Keypmannahavn tvær vikur eftir at blaðið kemur út.
Danska vinnublaðið Børsen hevur umleið 72.000 haldarar og dagliga lesaratalið er umleið 230.000.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios