Bransjubarr Samskifti Februar
Samskifti

Bransjubarr hjá Kovboyfilm

17. februar. 2026 | Tíðindi

Nevndin í Samskifti bjóðar starvsfólkum í limafeløgunum til bransjubarr fríggjadagin 20. februar

Fríggjadagin 20. februar bjóðar Samskifti øllum starvsfólkum í limafeløgunum vælkomnum til bransjubarr í hølunum hjá Kovboyfilm í Vestmanna.

Tað er nevndin í Samskifti, sum hevur tikið stig til at skipa fyri óformellum løtum, har limafeløgini í Samskifti skiftast um at lata dyrnar upp og bjóða inn til bransjubarr. Endamálið er at styrkja netverkið og skapa eitt hugnaligt forum fyri fakligum og sosialum práti. 

Bransjubarrin er afturvendandi tiltak og verður skipað fýra ferðir um árið. Tiltakið er einans fyri limir í Samskifti og teirra starvsfólk.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3