Brot á upphavsrættin hevur álvarsligar fylgjur

15. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyritøkur, ið brúka tónleik í lýsingum, skulu tryggja sær avtalu við tey, ið eiga tónleikin, tí brot á upphavsrættin kann merkja endurgjaldskrav á fleiri milliónir. Tað er fyritøkan, sum lýsir, ið heftir fyri endurgjaldið, og í versta føri kann hetta merkja húsagang fyri fyritøkuna.

Felagsskapirnir Føroysk tónaskøld og KODA skipaðu herfyri fyri limafundi um nýtslu av tónleiki í lýsingum. Umboð fyri føroysku miðlarnar og limirnir í Samskifti, ið er yrkisfelagið hjá føroyskum samskiftisfyritøkum, vóru boðin við til áhugaverda fyrilesturin, ið løgfrøðingar hjá KODA hildu. Niðurstøðan var, at upphavsrætturin er tryggjaður við lóg, og brot á hann kunnu verða revsað við stórum bótum.
Tvíbýtt rættindi
KODA, ið umsitur tónleikarættindi í sambandi við framførslu og útvarpan, greiddi frá, at rættindi í sambandi við nýtslu av tónleiki í lýsingum eru tvíbýtt millum sonevnd synkroniseringsrættindi, ið fevna um loyvi at brúka tónleik í lýsingum, og útbreiðslurættindi, ið fevna um sjálva útbreiðsluna í eitt nú útvarpi, sjónvarpi og á internetinum.
Øll nýtsla av tónleiki kostar
KODA røkir bert hesi seinnu rættindini, og í vanligum miðlum sum útvarpi og sjónvarpi kemur hetta inn undir vanligu KODA-avtalurnar, ið hesir miðlar hava. Er talan um nýtslu á heimasíðum, herundir egnari heimasíðu, skal avtala gerast við KODA um hesa nýtslu. Hetta merkir, at fyritøka hevur ikki loyvi at leggja eina lýsing ella annað tilfar við tónleiki á sína heimasíðu uttan at hava avtalu við KODA.
Loyvi frá tónleikarum krevst
Synkroniseringsrættindini eru líka væl lógartryggjað sum útbreiðslurættindini, hóast tað ikki er KODA, ið umsitur tey. Um ein fyritøka ætlar at brúka tónleik í einari lýsing, framløgu ella á heimasíðu síni, skal loyvi fáast frá teimum, ið eiga tónleikin, bæði kompositión, tekst og innspæling. Vanliga eru tað útgávufeløgini, ið umboða hesi rættindi. Eingin greið mannagongd er fyri, hvat tónleikurin kostar, men avtalurnar kosta alt millum nakrar fáar túsund krónur, tá talan er um ókendar lokalbólkar, til stórar milliónaupphæddir, um talan er um stór heimsnøvn.
Fyritøkan heftir fyri endurgjaldinum
Løgfrøðingurin hjá KODA greiddi frá, at brot á upphavsrættin kundi hava ógvisligar fylgjur fyri fyritøkuna, ið eigur lýsingina. Sambært KODA er tað ein tummilsregla, at revsingin var umleið tvífalt av tí upphædd, ið ein avtala vanliga hevði ljóðað uppá. Hetta merkir í roynd og veru, at um ein føroysk fyritøka brúkar tónleik hjá einum heimsnavni í einari lýsing, kann hon noyðast at gjalda eina stóra milliónaupphædd í endurgjaldi, um onkur meldar hana.
Greitt varð somuleiðis frá, at tað altíð er fyritøkan, ið er avsendari av lýsingini, ið hevur ábyrgd av henni. Sostatt er tað hvørki lýsingafyritøkurnar ella miðlarnir, ið framleiða og senda lýsingina, ið hefta, um rættindi verða brotin.
Niels Uni Dam, formaður í Samskifti

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)