Almennir Takstir

Broyting í umrokningini av eftirlønargjaldinum

15. januar. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Í sambandi við at ALS-gjaldið 1. januar 2024 lækkaði úr 1% niður í 0,8%, skal arbeiðsgevari broyta umrokningina av eftirlønargjaldinum til arbeiðstakarar, sum eru frítiknir fyri at rinda eftirløn til føroyska eftirlønarskipan.

Útlendingar kunnu søkja um at vera frítiknir fyri at rinda eftirløn til eina føroyska eftirlønarskipan. Harafturat ber sambært eftirlønarlógini ikki til at flyta eftirløn til tey, sum eru farin um fólkapensiónsaldur. Eftirlønargjaldið til hesar starvsbólkar skal ístaðin gjaldast sum vanlig løn.

Í sambandi við at ALS-gjaldið 1. januar 2024 lækkaði til 0,8%, skal arbeiðsgevari broyta umrokningina av eftirlønargjaldinum samsvarandi lækkingini av ALS-gjaldinum.

Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um, hvussu arbeiðsgevari skal umrokna eftirlønina til løn. Sí dømi her.

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu seta seg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini hava limir atgongd til nógv tilfar um setanarviðurskifti á heimasíðu okkara.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3