Ráðgeving
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Broytingar í inngjøldunum til ALS, Vinnusjúkugrunnin og lógarásetta eftirlønargjaldið

12. januar. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tann 1. januar 2026 lækkaði inngjaldið til ALS og Vinnusjúkugrunnin, og lógarásetta eftirlønargjaldið hækkaði

Broytingarnar 1. januar 2026 eru hesar:

    • ALS-gjaldið
      Upphæddin á ALS-gjaldinum er lækkað úr 0,8% niður á 0,6%
    • Vinnusjúkugrunnurin
      Inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin er lækkað úr 0,10% niður á 0,05%
    • Lógarásetta eftirlønargjaldið
      Lógarásetta eftirlønargjaldið er hækkað úr 11% upp í 12% av allari A-inntøku og B-inntøku samanlagt

ALS-gjaldið
Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, ALS-gjaldið, verður roknað av øllum inntøkum, sum ásett í § 2, nr. 1, sum tey gjaldskyldugu móttaka ella rinda:

    1. A-inntøku.
    2. Lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Føroyum.
    3. Lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Norðurlandi, og sum sbrt. ásetingum í millumtjóðasáttmála eru sosialt tryggjað í Føroyum.

Vinnusjúkugrunnurin
Allir arbeiðsgevarar, heruppií landi og kommunurnar og sjálvstøðugt vinnurekandi, skulu rinda gjald til Vinnsjúkugrunnin.

Gjaldið, sum arbeiðsgevarar skulu rinda, er 0,05% av útgoldnum A-inntøkum.

Galdið, sum sjálvstøðugt vinnurekandi skulu rindað, er 0,05% av skattskyldugu inntøkuni hjá sjálvstøðugt vinnurekandi sbrt. skattalógini fyri seinasta inntøkuár.

Eftirløn

Munur millum sáttmálaásetta eftirlønargjaldið og lógarásetta eftirlønargjaldið

Tað er ymiskt í kollektivu sáttmálunum um eftirløn verður roknað av lønini einans ella av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn). Lógarásetta eftirlønin verður roknað av allari A-inntøku.

Arbeiðsgevarin rindar sáttmálaásettu eftirlønin til løntakar, ímeðan lógin ásetur, at arbeiðsgevarin skal flyta (ikki rinda) eftirløn til løntakara.

Tað eru eisini løntakarar, sum ikki eru fevndir av einum sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag. Her má arbeiðsgevarin tryggja, at lógarásetta eftirlønargjaldið verður roknað av løn og frítíðarløn, soleiðis at lógarkravið verður uppfylt. 

Til ber at lesa meira um eftirløn á heimasíðu okkara her: Industry

 

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios