Broytingar í treystitalinum fyri byggivinnuna

20. februar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein av broytingunum í treystitalinum var í byggivinnuni, har treystitalið minkaði munandi í mun til í juni 2011.

Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi í farnu viku treystitalið fyri føroyska búskapin, har brúkarar og vinna verða spurd um útlitini fyri framtíðina. Mest týðiliga broytingin í treystitalinum var í byggivinnuni, har treystitalið minkaði munandi í mun til í juni 2011. Tó var treystitalið í fjør summar óvanliga positivt, og kann orsøkin vera, at skipanin við MVG-frítøku av handverkaraútreiðslum til sethúsabygging og –umvæling varð sett úr gildi 1. Januar 2012, og at húsaeigarar tí framskundaðu ætlaðar umvælingar og umbyggingar. Treystitalið fyri byggivinnuna í januar 2012 var neyvt tað sama sum í januar 2011, og tað kann verða tekin um, at støðan á sumri 2011 hevur verið óvanlig.
Um hugt verður nærri eftir orsøkini til niðurgongdina í treystitalinum fyri byggivinnuna sæst eisini, at tað serliga er talið av bíleggingum, sum er minkað seinasta hálvárið. Hesin parturin av treystitalinum er minkaður úr 34 í juni 2011 til -47 í januar 2012. Hóast talið á bíleggingum er minkað, vænta nógv tær flestu byggifyritøkurnar ein óbroyttan tørv á arbeiðsmegi.
Byggifyritøkurnar verða eisini spurdar, hvørjar avmarkingar eru fyri virksemið hjá fyritøkuni. Hóast atgongdin til kvalifiseraða arbeiðsmegi í løtuni ikki er ein stórur trupulleiki fyri byggifyritøkurnar, er tað tó áhugavert, at ein vaksandi partur av fyritøkunum nevna hetta sum eina avmarking í virkseminum hjá fyritøkuni.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)