Broytt tilmæli frá farsóttarnevndini

26. oktober. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Farsóttarnevndin hevur 22. okt. dagført tilmælini, um tíðina í avbyrging og sóttarhaldi og um fólk, sum koma til Føroya úr einum karantenulandi. Corona-síðan hjá Vinnuhúsinum er í hesum sambandi dagførd.

Farsóttarnevndin hevur t. 22. oktober dagført síni tilmæli. Broytingarnar eru í høvuðsheitum hesar:

-   Øll, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn persónur verður loystur úr avbyrgingini, at hann seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni.

-   Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar. Hava myndugleikarnir heitt á ein persón um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at hesin eisini letur seg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6. degi loysir tó ikki viðkomandi úr sóttarhaldinum.

-   Kemur persónur til Føroya úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 50 pr. 100.000 íbúgvar, eigur hann eins og øll ferðandi, sum koma til Føroya úr útlandinum, aftur at lata seg kanna á 6. degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya. Eisini eigur viðkomandi at leggja sær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.

Gev tó gætur, at sambært almennu heimasíðuni corona.fo skulu føroyingar, sum arbeiða í einum karantenulandi og heimkomnir útisiglarar, sum mynstra við einum skipi í einum karantenulandi, framvegis vera í heimauppihaldi til tey hava fingið negativt svar uppá seinnu kanningina 6. dagin eftir heimkomu.

Í sambandi við dagførdu tilmælini, er corona-síðan hjá Vinnuhúsinum eisini dagførd, sí www.industry.fo/corona.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737