Brúkaraumboðið havt fund um leiðreglur fyri marknaðarføring av prísi

03. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 24. apríl bjóðaði Brúkaraumboðið til fundar til viðgerðar av leiðreglum fyri marknaðarføring av prísi.

Smbrt. § 23 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.

Brúkaraumboðið hevur við støði í hesi reglu gjørt uppskot til leiðreglur fyri marknaðarføring av prísi.

Á fundinum 24. Apríl vóru tillagingar gjørdar av leiðreglunum og tær síggjast skrivaðar við reyðum í leiðreglunum fyri marknaðarføring av prísi.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737