IMG 5791
Handilsvinnufelagið

Brúkaraumboðið vitjaði Handilsvinnufelagið

02. desember. 2025 | Tíðindi | Handilsvinna

Brúkaraumboðið greiddi frá um elektronisk gávukort, tilboð og sølufremjandi átøk

Í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri einum limatiltaki, har Brúkaraumboðið var á vitjan. Áhugin var stórur, og nógvir limir møttu upp.

Rannvá Sólheim, Brúkaraumboð, greiddi frá reglunum fyri elektronisk gávukort, tilboð og sølufremjandi átøk – økir, sum ofta skapa spurningar í vinnuni.

Hon vísti millum annað á, hvussu fyritøkur skulu kunna um gildistíð og treytir á gávukortum, og hvørjar reglur eru galdandi, tá ið tilboð og sølufremjandi átøk verða lýst.

Luttakararnir fingu høvi at seta spurningar og deila egnar royndir, og tiltakið gav bæði gott yvirlit og gagnligar leiðbeiningar til dagliga virksemið.

Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum:

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)