Skærmbillede 2024 02 12 084121

Burðardygt Vinnulív gerst partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi

08. juli. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í september at seta á stovn netverk fyri fyritøkur, sum vilja samstarva um burðardygd. Netverkið Burðardygt Vinnulív verður framyvir partur av hesum

Føroya Arbeiðsgevarafelag merkir vaksandi áhuga millum føroyskar fyritøkur fyri at arbeiða meira skipað við burðardygd. Sum ein avleiðing av hesum, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag avgjørt at skipa netverk innan burðardygd, har luttakandi fyritøkurnar fáa kunning um ymisk viðkomandi evni, og kunnu samstarva við og fáa íblástur frá øðrum fyritøkum.

Netverkið verður skipað í tveimum bólkum:

  • Grund
  • Víðkað

Grund er ætlað teimum limafyritøkum, sum enn ikki, ella bert smávegis hava arbeitt við burðardygd sum partur av sínum virksemi.

Víðkað er ætlað teimum fyritøkum sum eru komnar longri við miðvísum arbeiði innan burðardygd, og sum vilja binda seg til ávís ítøkilig mál.

Á innleiðandi netverkstiltaki t. 11. september verður kunnað meira um netverkið, bólkarnar og krøvini til luttøku.

Les eisini: Netverkstiltak um burturkast og ringbúskap

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)