Búskaparráðið staðfestir niðurstøðurnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

10. september. 2018 | Áskoðan

Búskaparráðið staðfestir í heystfrágreiðing síni niðurstøðurnar hjá Føroya Arbeiðsgevara-felag um skjótt vaksandi almennu útreiðslurnar og nógvu ferðina á føroyska búskapinum, og tað skilst á løgmanni og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, at landsstýrið hevur tikið viðmerkingarnar frá Búskaparráðnum og Føroya Arbeiðsgevarafelagi til eftirtektar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar tí, at tað fer at eydnast politisku skipanini at fáa tamarhald á nógvu ferðini á føroysku búskapinum við m.a. at gera langtíðar íløguætlanir fyri allar almennu íløgurnar, bæði hjá landi og kommunum, umframt øðrum íløguvirksemið, sum tað almenna varðar av. Tað er nevniliga í m.a. feløgum, sum tað almenna varðar av, har størsti parturin av landsins íløgum verða framdar.

Fyri at hetta skal eydnast, so má tað bera til hjá kommununum at drýggja íløgurnar yvir eitt longri áramál. Í fjør vóru upprunaligu íløguætlanirnar hjá kommununum góðar 600 mió. kr., men tað bar ikki til at fremja íløgur fyri meira enn 517 mió. kr. Í ár vóru upprunaligu íløguætlanirnar hjá kommunum 620 mió. kr., men íroknað eykajáttanir, so ætla kommunurnar at fremja íløgur fyri næstan 960 mió. kr. í ár.  Ein loysn kundi verið at kommunurnar fáa betri møguleikar til at gera fíggjarætlanir við yvirskoti í góðum tíðum, soleiðis at til ber hjá teimum at seta pening av til íløguætlanir yvir longri áramál, so pengar eisini eru til at fremja íløgur í lágkonjukturi. Harumframt kundi hetta givið kommununum betri umstøður fyri skynsamum rakstri sum heild.

Kommunurnar hava sostatt ikki kunnað framt íløguætlanirnar við tøku arbeiðsmegini í landi­num, men kommunurnar ætla kortini at leggja enn meira trýst á virksemið í byggivinnuni, sum longu er í reyða feltinum, langt oman­fyri hámarksferðina. Avleiðingarnar eru lønar­glíðingar og prís­vøkstur, har tað verður alt ov dýrt at byggja, samstundis sum úrslitini hjá vinnuni gerast verri.

Besta loysnin hevði verið ein langtíðaríløguætlan fyri allar almennu íløgurnar, ið javnar almenna íløgu­virksemið yvir eitt longri áramál við einari forsvarligari ferð, ið tekur atlit at tøku arbeiðsmegini í landinum, soleiðis at vøksturin í virkseminum í føroyska búskapinum verður haldgóður nógv ár frameftir. Hesum er neyvan nakar ósamdur í.

Búskaparráðið vísir á, at kommunalu rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar sera nógv, eisini tá raksturin av eldraøkinum verður tikin burturúr tølunum. Tað er tí alneyðugt at ikki bara landið, men eisini kommunurnar halda aftur í rakstrarútreiðslunum.

Búskaparráðið staðfestir somuleiðis niðurstøðurnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, har víst er á vandan við at innrætta almenna raksturin eftir óvissu inntøkunum frá loyvis- og tilfeingis­gjøldu­­num, tí grundarlagið fyri hesum inntøkum kann vera rættiliga svikaligt. Hesar viðmerkingar hevur landsstýrið tikið til sín, nú landsstýriskvinnan í fíggjar­mál­um sigur, at ætlanin er at minka raksturin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)