Ídnaðarferia2026
Føroya Handverksmeistarafelag

Byggivinnan fer í summarfrí í viku 30, 31 og 32

04. mai. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fyritøkur í byggivinnuni fara í summarfrí frá mánadegnum 20. juli til sunnudagin 9. august 2026

Sum vanligt er, hevur nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag ásett ídnaðarferiuna fyri byggivinnuna. Ídnaðarferian hevur seinastu nógvu árini ligið fast í viku 30, 31 og 32, og soleiðis verður eisini í ár.

Hetta merkir, at ídnaðarferian í 2026 verður frá mánadegnum 20. juli til og við sunnudagin 9. august.

Skipanin við felags ídnaðarferiu er væl kend í byggivinnuni og gevur bæði fyritøkum, starvsfólkum, kundum og samstarvspørtum møguleika at leggja arbeiði og verkætlanir til rættis í góðari tíð.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios